Vegansk matørk
Vegansk matørk
Vegansk matørk
Vegansk matørk
Vegansk matørk
Vegansk matørk
Vegansk matørk
Vegansk matørk
Vegansk matørk
Vegansk matørk

Vegansk matørk

Vanligur prísur 99,00 kr Spar Liquid error (product-template line 131): -Infinity%
/
MVG íroknað Veitingarprísur verður roknaður við kassan

Bert 4 eftir á goymslu!

Matørk úr veganskum voksi, ið halda matin frískan, og kunnu nýtast í upp til eitt ár. Livitíðin kann leingjast við at viðgerða tey við voksi.

Fæst í trimum pakkum:

  • Lítil køkspakki: 1 x Miðal ark (30x30 cm)
    1 x Lítið ark (20x20 cm)
  • Miðal køkspakki: 1 x Stórt ark (40x40 cm)
    1 x Miðal ark (30x30 cm)
    1 x Lítið ark (20x20 cm)
  • Stórur køkspakki: 1 x Stórt ark (40x40 cm)
    2 x Miðal ørk (30x30 cm)
    2 x Lítil ørk (20cm x 20cm)

Hondgjørt í Stroud Gloucestershire við lokalum plantubaseraðum voksi, vistfrøðiligari jojobaolju, furu-harpix og vistfrøðiligari, GOTS-góðkendari bummull. Ørkini eru uttan skaðilig evni, sum kunnu enda í matinum, og minka samstundis um nýtsluna og framleiðsluna av plasti og stanioli.

Heldur matin frískan
Samansetingin av natúrligum tilfari og bummull, letur matin anda, soleiðis at hann heldur sær frískan í longri tíð.

Klistrar uppá tann góða máta
Furu-harpiksið ger, at ørkini hava natúrlig klistri-evni, soleiðis at ørkini leggja seg tætt at matinum, bert við hitanum frá hondunum.

Nýt aftur og aftur
Heldur enn at nýta plastfilm og stanniol, ið bert kunnu nýtast heilt fáar ferðir, kanst tú vaska ørkini við einari bleytari bust í køldum vatni og einum sletti av sápu, so eru ørkini klár at nýta aftur og aftur. Tá ørkini tykjast eitt sindur slitin, kanst tú lættliga fríska tey upp aftur. Við røttu røktini, kunnu ørkini nýtast í upp til eitt ár. Livitíðin kann eisini leingjast munandi við einum voksi til matørk.

Lívfrøðiliga niðurbrótiligt
Tá ørkini eru uppslitin, kunnu tey koyrast beint í sópkøstin!