
Luksusblæupakkin - 6 skift
Vanligur prísur 1.572,00 kr Útsøluprísur 1.414,80 kr Spar 10%Byrjunarpakki við trimum formseymaðum blæum og einari skel frá WeeCare. Vel sjálv/ur stødd og mynstur.
Hetta er í pakkanum:
- 6x WeeCare Soft
- 2x WeeCare Easy Cover (vel mynstur)
Bygnaður - Soft
Blæan er gjørd úr sera mjúkum bambusvelour. Innan er ein lummi, sum innlegg kunnu koyrast í. Hetta ger, at eingir kantar frá innleggum koma móti barnahúðini, men einans mjúkt bambusvelour. Hendan blæan er reint luksus fyri barnið.
Eitt innlegg úr bambus og vistfrøðiligari bummull fylgir við. Hetta er eitt sindur tjúkri enn sjálva blæan og sýgur sera væl. Innleggið er úr fýra løgum og er opið í miðjuni, so tað tornar skjótari.
Blæan er eisini væl egnað sum náttblæa. Tað er nokk av plássi í lummanum til eyka innlegg. Nýt til dømis tvey innlegg úr hamp ella eina prefold, sum eyka innlegg, so blæan heldur alla náttina.
Tilfar
55% Bambusviskosa / 25% Vistfrøðilig Bummull / 20 % Polyester
Innleggið: 70% Bambusviskosa / 30% Vistfrøðilig Bummull
Blæan fæst í tveimum støddum:
- Meduim: 6-10 kg
- Large: 10+ kg
Bygnaður - skelin
Skelin er úr lekrari GOTS-góðkendari bummull við vøkrum mynstri uttast, PUL innast og fleece í rygginum, so blæan ikki lekur. Blæan verður latin aftur við trýstknappum framman.
Innan eru trýstknappar, sum Easy SIO innlegg kunnu knappast í. Skelin kann eisini nýtast yvir formseymaða blæu, við prefold ella líknandi.
Skelin kann nýtast 3-5 ferð, áðrenn hon skal vaskast, um hon ikki fær skarn á seg.
Skelin fæst í tveimum støddum
- M: 6-10 kg
- L: 10 kg+