Húsarhaldssápa
Vanligur prísur 89,00 kr Útsøluprísur 71,20 kr Spar 20%Húsarhaldssápan frá Grims Have, er ein sera góð sápa, ið kann nýtast til alskyns reingerð!
Sápan er hondgjørd úr sápaðari kokusolju, sum er sera effektivt at vaska við. Tískil eru eingin kemisk evni, ílatingarevni, parabenir, litevni ella annað líknandi í.
Nýtsla
Uppvask: Hav sápuna standandi á einari sápurist við vaski og nýt hana til uppvask. Gnýggja uppvaskibustina á sápuna og vaska upp sum vant.
Vaska borð og flatur: Gnýggja váta lappan á sápuna og vaska borð og aðrar flatur. Skola lappan og turka aftur.
Reingerð í heiminum: Ríva eitt sindur av sápuni í spannina og fyll heitt vatn í botnin. Píska til sápan er upployst og fyll síðani meira vatn í. Kann nýtast til gólv, baðirúm, brúsuveggir, osfr.
Vaskipulvur til klædnavask: Ríva sápuna til fínt pulvur. Blandað 1/3 sápu, 1/3 natron og 1/3 krystallsoda og blanda væl. Nýt umleið eina súpiskeið av vaskipulvurinum pr maskinvask.
Tilfar
100% Vistfrøðilig kokusolja
Inci: Sodium Cocoate