
Geviinnlegg - Hampur (3 pør)
Vanligur prísur 149,00 kr Spar Liquid error (product-template line 131): -Infinity%Geviinnleggini frá WeeCare eru av tveimum løgum av hampi og vistfrøðiligari bummull og einum lagi av sera mjúkum bambusvelour omaná. Tú velur sjálv, hvørja síðu, tú vilt hava móti húðini.
Legg til merkis, at hesi geviinnleggini ikki hava nakað vatntætt lag. Hetta merkir at húðin fær andað! Lekur tú nógv, kann tað tí vera eitt hugskot at nýta tvey geviinnlegg.
Hevur tú viðbreknar bróstvortur í samband við bróstagevan eru hesi geviinnleggini júst nakað fyri teg. Sera góð barsilsgáva til nýggju mammuna.
Tú fært 3 pør, t.v.s. 6 stk.
Geviinnleggini fáast í trimum støddum:
- Stødd 1: 10 cm í tvørmáti
- Stødd 2: 12 cm í tvørmáti
- Stødd 3: 14 cm í tvørmáti
Tilfar
55% Hampur / 45% Vistfrøðilig bummull (2 løg)
Bambusvelour: 55% Bambusviskosa/ 25% Vistfrøðilig Bummull / 20% Polyester (1 lag)
Vaskivegleiðing
Vaska við 60º. Kann turkast í trukitrumlu. Minka upp til 15% eftir vask.