Formseymað blæa v/ trýstknappum - Soft
Formseymað blæa v/ trýstknappum - Soft

Formseymað blæa v/ trýstknappum - Soft

Vanligur prísur 199,00 kr Spar Liquid error (product-template line 131): -Infinity%
/
MVG íroknað Veitingarprísur verður roknaður við kassan

Bert 30 eftir á goymslu!

Blæan er gjørd úr sera mjúkum bambusvelour. Innan er ein lummi, sum innlegg kunnu koyrast í. Hetta ger, at eingir kantar frá innleggum koma móti barnahúðini, men einans mjúkt bambusvelour. Hendan blæan er reint luksus fyri barnið og er sera væl egnað (í stødd s) til nýfødda barnið.

Eitt innlegg úr bambus og vistfrøðiligari bummull fylgir við. Hetta er eitt sindur tjúkri enn sjálva blæan og sýgur sera væl. Innleggið er úr fýra løgum og er opið í miðjuni, so tað tornar skjótari.

Blæan er eisini væl egnað sum náttblæa. Tað er nokk av plássi í lummanum til eyka innlegg. Nýt til dømis tvey innlegg úr hamp ella eina prefold, sum eyka innlegg, so blæan heldur alla náttina.

Minst til at koyra vatntætta skel út yvir blæuna.

Tilfar

55% Bambusviskosa / 25% Vistfrøðilig Bummull / 20 % Polyester

Innleggið: 70% Bambusviskosa / 30% Vistfrøðilig Bummull

Blæan fæst í trimum støddum:

  • Small: 3-6 kg
  • Meduim: 6-10 kg
  • Large: 10+ kg

GG! Ein formseymað blæa skal hava eina vatntætta skel útyvir. Sí úrvalið av skeljum her.

Sí vaskivegleiðing her.

Koyr skitnar blæur í vátposa. Hav ein stóran vátposa við pusliborðið (eitt nú í einari ruskspann ella hangandi á einum króki) og ein lítlan vátposa í puslitaskuni. Tá blæurnar skulu vaskast, skalt tú bara lata posan upp og koyra hann í maskinuna. Vend møguliga posan á ranguna við at trýsta uppundir botnin, so innihaldið dettur í maskinuna. Tær nýtist altso ikki at nerta við skitnu blæurnar.

Blæurnar mugu ikki liggja ov leingi í posanum, áðrenn tær vera vaskaðar - í mesta lagi 2-3 dagar. Annars kunnu plettar festa seg, og vatntætta lagið oyðileggjast.

Vaska við upp til 60*c. Eg viðmæli at brúka neutralt vaskievni. Fylg vegleiðingini á pakkanum, hvussu nógv skal nýtast - ansa eftir ikki at nýta ov nógv. Ofta er ríkiligt at nýta helvtina av tí, sum verður viðmælt á pakkanum. Nýt ikki bleiki- ella skolievni.

Hang blæurnar á snórin - gjarna úti, so tær verða luftaðar væl. Sólin hjálpir eisini at beina fyri møguligum plettum. Turkitrumlan kann oyðileggja vatntætta lagið, so eg viðmæli ikki at nýta turkitrumlu. Innlegg, toybind v.m. uttan PUL kunnu tó turkast við lágum hita í turkitrumluni, men eg viðmæli so vítt gjørligt at heingja á snórin.

Eg viðmæli at leggja nýggjar blæur og innlegg úr natúrtilfari á blot í køldum vatni í 12-24 tímar, og síðani skulu tær vaskast nakrar ferð. Hetta er fyri at økja súgvievnið. Blæur úr bambus skulu vaskast 6-8 ferðir, áðrenn tær súgva fullkomiliga. Skeljar skulu tó bert vaskast eina ferð áðrenn nýtslu.

Stripping av blæum

Viðhvørt kann tað koma fyri, at toyblæurnar lukta sterkt av ammoniak. Hetta merkir, at ov nógv vaskievni er nýtt, og blæurnar tískil innihalda yvirskotssápu. Tað eru fleiri mátar at “strippa” blæurnar. Tann mildasti er at kókivaska tær nakrar ferðir uttan nakað vaskievni. Til ber eisini at nýta edik ella natron, sum neutraliserar sápuna. Hetta skal tó ikki gerast ov ofta, tí tað slítur blæurnar.