Endurnýtiligar tampongir - Garden (8 stk)

Vanligur prísur 149,00 kr Útsøluprísur 127,00 kr Spar 15%
/
MVG íroknað Veitingarprísur verður roknaður við kassan

Bert 1 eftir á goymslu!

Endurnýtiligar tampongir rigga júst sum einnýtistampongir. Einasti munurin er, at tú vaskar hesar. Tær súgva eins væl og kennast væl at nýta.

Tampongirnar eru úr 100% vistfrøðiligari bummull við einum snóri í. Sí á seinastu myndini, hvussu tampongin skal rullast.

Tampongin er løtt at seta upp og sýgur væl. Minst til at skifta eftir í mesta lagi 5 tímum. Hetta tí tampong úr toy kann føra til TSS (tampongsjúka), eins væl sum einnýtistampong.

Tríggjar støddir eru og samsvara við súgvievnina í einnýtistampong:

  • Mini: Løtt bløðing
  • Regular: Vanlig bløðing
  • Heavy: Nógv bløðing

Nýtsluvegleiðing

Kóka áðrenn fyrst nýtslu. 

Rulla tampongina so leysa ella stramma, sum tú ynskir. Fest bandið um tampongina. Set upp á sama hátt, sum við einnýtistampong. Skift eftir í mesta lagi 5 tímum.

Vaskivegleiðing

At vaska tampongir er einki fyri. Skola við køldum vatni eftir nýtslu ella koyr hana beint í ein vátposa. Hevur tú eisini eitt barn sum brúkar toyblæu, kunnu tampongirnar vaskast saman við blæunum. Vaska annars saman við til dømis handklæðum. Vaska við 60-95ºC uttan skolievni.