Vatntættur posi at goyma eitt nú skitnar blæur í. Tá posin er fullur av skitnum blæum, sum skulu vaskast, tekur tú allan posan við innihaldi og koyrir í vaskimaskinuna. Tær nýtist ikki at taka skitnu blæurnar úr posanum - tað syrgir maskinan fyri.
Dupultir vátposar eru snildir at handfara til dømis turrir og vátir lappar. Goym turru lapparnar í øðrum rúminum og vátu í hinum.
Posin hevur eisini ein knapp á handtakinum, so posin kann knappast um eitt nú barnavognin.
Vátposin fæst í trimum støddum:
Tilfar
100% Polyester (laminerað við polyurethan)