Elskbar
Dupultur vátposi
Dupultur vátposi
Hesin lítli vátposin er sera hentur at hava við sær út úr húsinum til eitt nú toybind ella lappar - bæði reint og skitið í sama vátposa.
Lýsing
Lýsing
Vátposin hevur ein stropp við einum trýstknappi, so posin kann heingjast um til dømis barnavognin.
Lítli vátposin er gjørdur úr vantøttum TPU og hevur tvey einskyld rúm, sum verða latin aftur við snarlási. Tú kanst hava rein toybind ella lappar í øðrum rúminum og tey skitnu kunnu koyrast í hitt rúmið. Eisini kann vátposin rúma einari einkultari toyblæu.
Nýtsla
Nýtsla
Ein vátposi kann nýtast til so nógv meira enn bara toybind og toyblæur. Nýt eisini posan til lappar, vát svimjiklæði, leikur, myndatól og fartelefon, tá tú ert á strondini, smyrsl, matpakka o.s.fr. Bert hugflogið setur mørk!
Tá tú fyrst hevur roynt at nýta vátposa, er eingin vegur aftur. Teir eru simpelthen so snildir og kunnu nýtast til alt møguligt!
Stødd/Mongd
Stødd/Mongd
20x22 cm
Tilfar
Tilfar
100% Polyester við TPU (thermoplastic laminate)
Vaskivegleiðing
Vaskivegleiðing
Lat posan upp og legg í vaskimaskinuna. Vaska við upp til 60ºC
Spurningar?
Spurningar?
Send okkum eini boð her ella umvegis Instagram og Facebook. Eg svari skjótast gjørligt :-)
Veiting
Veiting
Vøran kann annaðhvørt sendast við Posta ella heintast á Smillavegi 9, 900 Vágur.
Skal vøran sendast við Posta, verður hon vanliga send innan 1-3 yrkadagar (tó ikki fyrr enn vøran er goldin). Harumframt kann roknast við 1-5 yrkadøgum, áðrenn pakkin er frammi. Kundin rindar fyri vørukoyringina, sum er áljóðandi 54 kr.
Henda frávik, verður tað fráboðað á teldupostin, ið er tilskilaður í bíleggingini.
Share














