Imse + Vimse

Dagbind (3 stk)

Dagbind (3 stk)

Vanligur prísur 249,00 kr
Vanligur prísur 249,00 kr Útsølu prísur 249,00 kr
Útsøla Útselt
Íroknað MVG Veitingarprísur verður roknaður við kassan
Litur

Dagbindið sýgur væl og er væl egnað til vanliga bløðing um dagin ella lætta bløðing um náttina.

Lýsing

Bindið er av fýra løgum av súgvandi bummullsflonel og á baksíðuni er eitt lag av PUL fyri at fyribyrgja leka. 

Nýtsla

Fest bindið við trýstknappi undir trussunum. Tveir stillingsmøguleikar eru.

Stødd/Mongd

Trý toybind eru í pakkanum.

Mát

25x8,5 cm

Tilfar

100% Vistfrøðilig BummullBaksíða: PUL

Vaskivegleiðing

Koyr brúkt bind í ein vátposa. Tú kanst hava ein nærhendis kummuni á vesinum og ein í taskuni/lummanum. So kanst tú vaska øll saman, tá tú ert liðug at menstruera ella eftir tørvi.

Lat vátposan upp og koyr í maskinuna. Toybindini kunnu tey vaskast saman við øðrum, sum tú vaskar á 60ºc.

Hang bindini á snórin - gjarna úti, so tær verða luftaðar væl. Sólin hjálpir eisini at beina fyri møguligum plettum. Toybind v.m. uttan PUL kunnu turkast við lágum hita í turkitrumluni, men eg viðmæli so vítt gjørligt at heingja á snórin.

Sí neyvari vaskivegleiðing her.

Spurningar?

Send okkum eini boð her ella umvegis Instagram og Facebook. Eg svari skjótast gjørligt :-)

Veiting

Vøran kann annaðhvørt sendast við Posta ella heintast á Smillavegi 9, 900 Vágur.

Skal vøran sendast við Posta, verður hon vanliga send innan 1-3 yrkadagar (tó ikki fyrr enn vøran er goldin). Harumframt kann roknast við 1-5 yrkadøgum, áðrenn pakkin er frammi. Kundin rindar fyri vørukoyringina, sum er áljóðandi 54 kr.

Henda frávik, verður tað fráboðað á teldupostin, ið er tilskilaður í bíleggingini.