Cover All - OneSize - Lotus
Cover All - OneSize - Lotus
Cover All - OneSize - Lotus
Cover All - OneSize - Lotus

Cover All - OneSize - Lotus

Vanligur prísur 189,00 kr Spar Liquid error (product-template line 131): Computation results to '-Infinity'%
/
Íroknað MVG Veitingarprísur verður roknaður við kassan

Bert 4 eftir á goymslu!

Skelin frá Elskbar er ein OneSize skel, sum hóskar seg til børn, sum viga umleið 6-16 kg.

Knappa innlegg í trýstknapparnir, sum eru innan í skelini, ella legg tey leys í skelina.

Skelin kann nýtast 3-5 ferðir, áðrenn hon skal vaskast, um hon ikki fær skarn á seg.

Skelin kann nýtast útyvir øll sløg av toyblæu: Formseymaðar blæur, prefolds og onnur innleg. Tískil navnið Cover All.

Bygnaður

Hendan blæan hóskar til børn, sum viga umleið 6-18 kg. Framman eru tríggjar røðir av trýstknappum, sum eru til at stilla støddina á skelini. Á henda hátt kann skelin vaksa við barninum. Eisini verður hon latin aftur við tveimum røðum av trýstknappum framman.

Innan eru flappar bæði framman og aftan, sum halda innlegginum uppá pláss. Flapparnir eru úr polyester uttan TPU-laminering, so teir eru mjúkir og tunnir.

Sum nakað heilt serligt og sum ongantíð er sæð áður, eru eisini seks knappar undir hesum flappum, sum innlegg kunnu knappast í. Tríggir knappar framman og tríggir aftan. Skelin kann nýtast til innlegg sum hava ein ella tveir knappar og kann tí nýtast til innlegg frá øllum toyblæumerkjum.

Skelin er úr tveimum løgum av TPU, sum gera hana eyka vatntætta. Um beinopini er dupult lekaverja, sum heldur øllum inni. Dupulta lekaverjan er eisini úr tveimum løgum av TPU - hetta er sera nýhugsandi og ikki sæð áður í skeljum. Hetta sniðið ger skelina eyka tætta og er tískil sera vælegnað til børn, sum pissa nógv.

Innara lagið av TPU er svart, sum gevur skelini snøgga og reina útsjónd.

Hetta er ein sonn luksus skel, sum fæst í fleiri vøkrum, unisex mynstrum.

Tilfar

100% Polyester við TPU-laminat

GG! Innlegg fylgja ikki við - tey eru at finna her.

Koyr skitnar blæur í vátposa. Hav ein stóran vátposa við pusliborðið (eitt nú í einari ruskspann ella hangandi á einum króki) og ein lítlan vátposa í puslitaskuni. Tá blæurnar skulu vaskast, skalt tú bara lata posan upp og koyra hann í maskinuna. Vend møguliga posan á ranguna við at trýsta uppundir botnin, so innihaldið dettur í maskinuna. Tær nýtist altso ikki at nerta við skitnu blæurnar.

Blæurnar mugu ikki liggja ov leingi í posanum, áðrenn tær vera vaskaðar - í mesta lagi 2-3 dagar. Annars kunnu plettar festa seg, og vatntætta lagið oyðileggjast.

Vaska við upp til 60*c. Eg viðmæli at brúka neutralt vaskievni. Fylg vegleiðingini á pakkanum, hvussu nógv skal nýtast - ansa eftir ikki at nýta ov nógv. Ofta er ríkiligt at nýta helvtina av tí, sum verður viðmælt á pakkanum. Nýt ikki bleiki- ella skolievni.

Hang blæurnar á snórin - gjarna úti, so tær verða luftaðar væl. Sólin hjálpir eisini at beina fyri møguligum plettum. Turkitrumlan kann oyðileggja vatntætta lagið, so eg viðmæli ikki at nýta turkitrumlu. Innlegg, toybind v.m. uttan PUL kunnu tó turkast við lágum hita í turkitrumluni, men eg viðmæli so vítt gjørligt at heingja á snórin.

Eg viðmæli at leggja nýggjar blæur og innlegg úr natúrtilfari á blot í køldum vatni í 12-24 tímar, og síðani skulu tær vaskast nakrar ferð. Hetta er fyri at økja súgvievnið. Blæur úr bambus skulu vaskast 6-8 ferðir, áðrenn tær súgva fullkomiliga. Skeljar skulu tó bert vaskast eina ferð áðrenn nýtslu.

Stripping av blæum

Viðhvørt kann tað koma fyri, at toyblæurnar lukta sterkt av ammoniak. Hetta merkir, at ov nógv vaskievni er nýtt, og blæurnar tískil innihalda yvirskotssápu. Tað eru fleiri mátar at “strippa” blæurnar. Tann mildasti er at kókivaska tær nakrar ferðir uttan nakað vaskievni. Til ber eisini at nýta edik ella natron, sum neutraliserar sápuna. Hetta skal tó ikki gerast ov ofta, tí tað slítur blæurnar.