SIO byrjanarpakkin - 6 skift

SIO byrjanarpakkin - 6 skift

Vanligur prísur 972,00 kr Útsøluprísur 874,80 kr Spar 10%
/
MVG íroknað Veitingarprísur verður roknaður við kassan

Bert 20 eftir á goymslu!

Byrjanarpakki við tveimum skeljum frá WeeCare og seks innleggum. Vel sjálv/ur stødd og mynstur.

Hetta er í pakkanum:

  • 6 WeeCare Easy SIO innlegg
  • 2x WeeCare Easy Cover (vel mynstur)

WeeCare Easy Cover

Skelin er úr lekrari GOTS-góðkendari bummull við vøkrum mynstri uttast, PUL innast og fleece í rygginum, so blæan ikki lekur. Blæan verður latin aftur við trýstknappum framman.

Innan eru trýstknappar, sum Easy SIO innlegg kunnu knappast í. Skelin kann eisini nýtast yvir formseymaða blæu, við prefold ella líknandi.

Skelin kann nýtast 3-5 ferð, áðrenn hon skal vaskast, um hon ikki fær skarn á seg.

Skelin fæst í tveimum støddum

  • M: 6-10 kg
  • L: 10 kg+

Bygnaður

Forsíðan er úr mjúkum bambusvelour, sum vendur móti húðini. Síðani eru fýra løg av hamp og vistfrøðiligari bummull, meðan baksíðan er eitt vatntætt lag av PUL, sum verjir skelina móti leka.

Innleggið hevur lekaverju úr mikrofleece, sum eisini verjir skelina.

Innleggið knappast í Easy Shell við tveimum trýstknappum - einum framman og einum aftan.

Tilfar

Ovasta lagið: 55% Bambus / 25 % Vistfrøðilig bummull / 20 % Polyester 

Fylla: 55% Hamp / 45 % Vistfrøðilig bummull

Baksíða: 75% Polyester / 25% PUL

Lekaverja: 100% Polyester

Skriva í viðmerkingarteigin, hvørja stødd og mynstur, tá tú fert til kassan. Velur tú einki ávíst, fært til tilvildarligar vørur, alt eftir hvat er á goymslu.

Fyrivarni verður tikið fyri útseldum støddum og mynstrum.

Sí vaskivegleiðing her.