Bambustannbust - Børn
Bambustannbust - Børn
Bambustannbust - Børn
Bambustannbust - Børn
Bambustannbust - Børn

Bambustannbust - Børn

Vanligur prísur 29,95 kr Útsøluprísur 23,95 kr Spar 20%
/
MVG íroknað Veitingarprísur verður roknaður við kassan

Bert 3 eftir á goymslu!

Humble Brush barnatannbustin hevur sera bleyta bust og er framleidd úr 100% lívfrøðiliga niðurbrótiligum bambus, ið gevur eina natúrliga mjúka yvirflatu. Einfalda og stuttliga tannbustin hevur eitt ergonomiskt tak, og verður heilt sikkurt eitt hitt hjá barninum.

Umhvørvisvinarlig tannbust úr bambusi til børn, við sera bleytari nylon-6 bust, ið tryggjar barninum góða tannrøkt. Tannlæknar mæla til, at børn nýta sera bleytar bustir, og at tannbustin verður útskift triðja hvønn mánaða.

Tak nylon-6 bustirnar úr tannbustini, tá hon verður skift út, og nýt restina sum til dømis plantupinn ella tveit í sópkøstin.

Fyri hvørja tannbust tú keypir, gevur Humble Brush eina tannbust til eitt fólk í neyð.

Fæst í hvítum, bláum, gulum og korkalittum.

Humble Brush er heiðra og trygt. Allar vørur eru ‘Vegan Certified’ av Vegan Society og eru ikki royndar á djór.

Bambus er skjótast vaksandi plantan í heiminum, og kann veksa næstan ein metur um dagin, umframt at tað er anti-bakterielt, og tí verða hvørki taðingarevnir ella eitur nýtt í framleiðsluni.

Humble Brush tannbustirnar eru gjørdar við nylon-6 bustum, ið niðurbrýtist skjótari enn annað nylon. Bustirnar fáast í tveimum tjúkdum – Soft (vaksin) og Ultra-soft (børn) – og innihaldi onki BPA (Bisphenol A).

Nylon-6 er serliga væl egna til tannrøkt og niðurbrýtist við tíðini (skal koyrast í skrell, og ikki í kompost kassa). Týdningarmest er tó, at onki plantu-grunda tilfar kann tryggja góða tannrøkt í tríggjar mánaðir.