Vátposar fáast í fleiri støddum og sniðum, til dømis til spann, við snarlási ella heilt smáir til eitt nú toybind.
Vátposar kunnu nýtast til alt møguligt: Toyblæur, toybind, lappar, vát og/ella skitin klæði, svimjiklæði, make up, matpakka, o.s.fr.
4 vørur
Dupultur vátposi
Hesin lítli vátposin er sera hentur at hava við sær út úr húsinum til eitt nú toybind ella lappar - bæði reinar og skitnar í sama vátposa.
Vátposin hevur ein stropp við einum trýstknappi, so posin kann heingjast um til dømis barnavognin.
Lítli vátposin er gjørdur úr vantøttum TPU og hevur tvey einskyld rúm, sum verða latin aftur við snarlási. Tú kanst hava rein toybind ella lappar í øðrum rúminum og tey skitnu kunnu koyrast í hitt rúmið. Eisini kann vátposin rúma einari einkultari toyblæu.
Ein vátposi kann nýtast til so nógv meira enn bara hetta. Nýt posan til toybind, lappar, vát svimjiklæði, leikur, myndatól og fartelefon, tá tú ert á strondini, smyrsl, matpakka o.s.fr. Bert hugflogið setur mørk!
Tá tú fyrst hevur roynt at nýta vátposa, er eingin vegur aftur. Teir eru simpelthen so snildir og kunnu nýtast til alt møguligt!
Stødd
20x22 cm
Tilfar
100% Polyester við TPU (thermoplastic laminate)
Miðal vátposi
Miðal vátposin frá Elskbar kann nýtast at goyma skitnar toyblæur, tá tú ert úti av húsinum. Posin rúmar 4-5 toyblæur og heldur vætu og lukti inni. Vátposin kann eisini nýtast við skiftiborðið til dagsins skitnu toyblæur.
Vátposin hevur ein stropp við einum trýstknappi, so posin kann heingjast um til dømis barnavognin.
Ein vátposi kann nýtast til so nógv meira enn bara toyblæur. Nýt posan til toybind, lappar, vát svimjiklæði, leikur, myndatól og fartelefon, tá tú ert á strondini, smyrsl, matpakka o.s.fr. Bert hugflogið setur mørk!
Tá tú fyrst hevur roynt at nýta vátposa, er eingin vegur aftur. Teir eru simpelthen so snildir og kunnu nýtast til alt møguligt!
Stødd
35x30 cm
Tilfar
100% Polyester við TPU (thermoplastic laminate)
Vátposi til spann
Vátposin hevur lastikk ovast, sum ger, at hann kann nýtast í einari spann. Lastikkið syrgir fyri, at posin situr har, hann skal.
Tá posin er fullur av skitnum blæum, sum skulu vaskast, tekur tú allan posan við innihaldi og koyrir í vaskimaskinuna. Tær nýtist ikki at taka skitnu blæurnar úr posanum - tað syrgir maskinan fyri.
Vátposin kann nýtast til nógv annað, enn bert skitnar blæur. Til dømis at bera vát og skitin klæðir heim frá stovninum, at pakka jólagávur inn við ella sum taska á strondini. Bert hugflogið setur mørk!
Stødd
75x67 cm
Tilfar
100% Polyester við TPU (thermoplastic laminate)
Váttaska
Váttaskan frá Elskbar er ein vøkur taska at goyma reinar toyblæur í, meðan ein vátposi er til skitnar toyblæur.
Henda váttaskan rúmar sjey toyblæum. Váttaskan hevur ein stropp við einum trýstknappi, so posin kann heingjast um til dømis barnavognin.
Ein váttaska kann nýtast til so nógv meira enn bara toyblæur. Nýt taskuna til klæði, beriselan ella fetilin, bróstpumpuna, leikur, toiletlutir, svimjiklæði o.s.fr. Bert hugflogið setur mørk!
Tá tú fyrst hevur roynt at nýta váttasku, er eingin vegur aftur. Tær eru simpelthen so snildar og kunnu nýtast til alt møguligt!
Stødd
H17xW14xL27 cm
Tilfar
100% Polyester við TPU (thermoplastic laminate)