5 vørur
Vaskiørk - 100 nøgdir
Konsentrerað, zero waste og natúrligt vaskievni í pappírsformi. Tak eitt ark, skræð í helvt og legg í vaskimaskinuna saman við klæðunum.
Soleiðis nýtir tú vaskiørkini
Skræð eitt ark í helvt. Legg hálva arkið í vaskimaskinuna saman við klæðunum og vaska sum vant. Nýt eitt heilt ark, um klæðini eru serliga skitin ella um tú vaskar toyblæur.
Eg viðmæli at velja uttan anga, um tú vaskar toyblæur.
Tilfar
Coconut Oil / Coconut Alcohol / Plant-derived Polyvinyl Alcohol / Deionized water / Essential Oils*
*Bert í pakkum við anga
Angi
Vel fresh linen ella uttan anga.
Pakkitilfar
Eskja úr endurnýttum pappi, sum er prentað við burðardyggum blekki úr algum. Kann komposterast.
Sápurist - Bambus
Praktisk sápurist úr bambus.
Lat sápubarrirnar standa á sápuristini, so tær sleppa at torna millum nýtslu. Á henda hátt halda sápurnar longri.
Kann bæði nýtast til sjampo, kropssápu, andlitsreins, húsarhaldssápu ella aðra fasta sápu.
Tilfar
Bambus
Sápa til klædnavask
Góð sápa til at vaska klæðir við hond. Sera væl egnað at taka burtur blettir og at vaska toyblæur, toybind og endurnýtilig geviinnlegg.
Sápan er hondgjørd úr m.ø. sápaðari kokusolju, sum er sera effektivt at vaska við. Tískil eru eingin kemisk evni, ílatingarevni, parabenir, litevni ella annað líknandi í.
Nýtsla
Legg plaggið á blot, gnýggja sápuna á plaggið og/ella blettin og skola væl. Sápan skal ikki nýtast til pløgg úr ull ella silki.
Tilfar
Kokosolja / Vatn / Glycerin / Olivenolja
Gávukort
Gev eina Mammuliga, grøna gávu! Og um tú ikki veitst júst hvat tú skalt geva, so er eitt gávukort ein góð loysn. Gávukortið verður sent talgilt umvegis teldupost alt fyri eitt, og móttakarin sleppur at velja frítt millum alt okkara vøruúrval.
Ítøkilig gávukort kunnu keypast við at senda mær eini boð. So pakki eg tað pent inn og sendi tað við postinum ella geri klárt til avheintingar.
Finnur tú ikki upphæddina, tú ynskir? Skriva endiliga til mammulig@gmail.com, so gera vit hetta fyri teg.
Vaskiark - 2 nøgdir
Hevur tú hug at royna sera vælumtóktu vaskiørkini uttan at keypa ein heilan pakka? So hevur tú her møguleikan at keypa einkult ørk í leysasølu.
Konsentrerað, zero waste og natúrligt vaskievni í pappírsformi. Tak eitt ark, skræð í helvt og legg í vaskimaskinuna saman við klæðunum.
Soleiðis nýtir tú vaskiarkið
Skræð arkið í helvt. Legg hálva arkið í vaskimaskinuna saman við klæðunum og vaska sum vant. Nýt eitt heilt ark, um klæðini eru serliga skitin ella um tú vaskar toyblæur.
Eg viðmæli at velja uttan anga, um tú vaskar toyblæur.
Tilfar
Coconut Oil / Coconut Alcohol / Plant-derived Polyvinyl Alcohol / Deionized water / Essential Oils*
*Bert í pakkum við anga
Angi
Vel fresh linen ella uttan anga.
Pakkitilfar
Arkið er uttan pakkitilfar.