Veganskur rakikustur
Við hesum rakikusri er skjótt og lætt at píska eitt tjúkt rakiskúm. Hetta er eitt dygdar handverk, sniðgivið við skafti úr vøkrum, burðardyggum blommutræi og veganskari bust.
- Mentur og hondgjørdur av týskum serfrøðingum
- Mjúk, syntetisk bust
- Sera haldbarur
- Tornar skjótt
Nýtsla
Halt rakikustinum undir heitum vatni í uml 30 sekund. Rist varisliga avlopsvatnið frá. Stoyt eitt sindur av vatni á rakisápuna. Gnýggja rakikustin runt á sápuni til tú hevur ríkiligt av sápu á kustinum. Koyr nakrir dropar av vatni í eina skál og píska rakikustin runt í skálini við skjótum, rundum og pumpandi rørslum. Tá tú hevur fingið eitt lekkurt, kremut skúm, smyrt tú tað á húðina, har tú ynskir at raka, í einum jøvnum lagi við kustinum.
Hvussu leingi heldur hann?
Kann halda í mong ár við góðum viðlíkahaldi.
Goymsla og viðlíkahald
Skola bustina varisliga, men gjølla, í heitum vatni eftir raking. Rist varisliga avlopsvatni frá. Stilla bustina í eitt stativ, so hárini peika niðureftir. Alternativt ber til at stilla bustina uppeftir at torna. Legg ikki bustina vatnrætta, á síðuni, av tí at hetta kann gera, so øll hárini ikki torna.