Royndarpakkin - Blandaðar toyblæur

Royndarpakkin - Blandaðar toyblæur

Vanligur prísur 500,00 kr Spar Liquid error (snippets/product-template line 138): Computation results in '-Infinity'%
/
Íroknað MVG Veitingarprísur verður roknaður við kassan

Bert 96 eftir á goymslu!

Royn toyblæur í 14 dagar! Ein pakki við einum sindri av hvørjum, so tú kanst royna alt og soleiðis finna út av, hvat tykkum dámar best. Tað er ókeypis at leiga pakkan, tó verður 500 kr kravt í depositum umframt møguligan veitingarkostnaða.

Eg viðmæli tær at lesa alt, tú hevur tørv á at vita um toyblæurymsu sløgini av toyblæum og tilfari og toyblæuorðabókina - so ert tú til reiðar.

Hví nýta toyblæur?

Tað eru fleiri fyrimunir við toyblæum. Til dømis kann nevnast at:

  1. Fyri heilsuna er eingin ivi um, at toyblæan er betra valið, tí við toyblæuni sleppur tú og títt barn undan fleiri kemiskum evnum, sum ikki eru heilt vandaleys.
  2. Súri lukturin úr einnýtisblæum er ikki at finna í toyblæum. Orsøkin er, at húðin fær andað í toyblæum. Lukturin, sum er í einnýtisblæum, stavar frá fuktini, sum blívur inniloðka.
  3. Toyblæurnar kennast góðar hjá barninum at vera í. Mjúka toyið kennist væl og ein blæa, sum situr væl, gnaddar ikki. Toyblæur fáast í alskyns sniðum og tískil ber til at finna júst tí røttu til barnið.
  4. At endurnýtsla er góð, er neyvan nakar, ið ivast í. Og tað at nýta toyblæur er avgjørt eitt gott fet á leiðini at endurnýta. Hetta eisini tí, at toyblæur kunnu nýtast til fleiri børn í fleiri ár.
  5. At nýta toyblæur til dagligt krevur eitt øðrvísi slag av tilrættislegging, í mun til einnýtistblæur. Hetta einamest tí, at blæurnar skulu vaskast. Men hinvegin skalt tú bara keypa blæur einaferð, og tær nýtist ikki at fara út við skitu blæunum fleiri ferðir um dagin ;-)

Les meira her.

Hetta er í pakkanum:

Treytir

  • Royndarpakkin er ókeypis.
  • 500 kr fyri depositum verða traktar av tínari konto, tá pakkin er sendur. Peningurin verður endurgoldin, tá pakkin er afturkomin.
  • Toyblæurnar skulu latast aftur í sama standi, sum tá tú fekk tær.
  • Toyblæurnar skulu vaskast við vaskievni uttan anga (nýt heldur ikki bleikievni ella edik) - annars verður depositumið ikki endurgoldið.
  • Toyblæurnar mugu ikki turkast í turkitrumlu - annars verður depositumið ikki endurgoldið.
  • Pakkin skal latast aftur í seinasta lagi 14 dagar eftir móttøku.
  • Verða blæurnar latnar aftur ov seint, verður meirkostnaður á 100 kr fyri hvønn dag kravdur.
  • Legg til merkis at royndarpakkin ikki verður roknaður sum ein vøra í mun til 500-kr-markið fyri ókeypis veiting. Veitngargjaldið á 54 kr verður trekt av deposituminum, um pakkin skal sendast.

Fyribils er bert ein royndarpakki og bíðitíð kann tí koma fyri. Er hann útlændur í løtuni, ert tú vælkomin at senda mær eini boð - so sigi eg tær frá, tá pakkin er tøkur aftur.

Sí vaskivegleiðig her

Koyr skitnar blæur í vátposa. Hav ein stóran vátposa við pusliborðið (eitt nú í einari ruskspann ella hangandi á einum króki) og ein lítlan vátposa í puslitaskuni. Tá blæurnar skulu vaskast, skalt tú bara lata posan upp og koyra hann í maskinuna. Vend møguliga posan á ranguna við at trýsta uppundir botnin, so innihaldið dettur í maskinuna. Tær nýtist altso ikki at nerta við skitnu blæurnar.

Blæurnar mugu ikki liggja ov leingi í posanum, áðrenn tær vera vaskaðar - í mesta lagi 2-3 dagar. Annars kunnu plettar festa seg, og vatntætta lagið oyðileggjast.

Vaska við upp til 60*c. Eg viðmæli at brúka neutralt vaskievni. Fylg vegleiðingini á pakkanum, hvussu nógv skal nýtast - ansa eftir ikki at nýta ov nógv. Ofta er ríkiligt at nýta helvtina av tí, sum verður viðmælt á pakkanum. Nýt ikki bleiki- ella skolievni.

Hang blæurnar á snórin - gjarna úti, so tær verða luftaðar væl. Sólin hjálpir eisini at beina fyri møguligum plettum. Turkitrumlan kann oyðileggja vatntætta lagið, so eg viðmæli ikki at nýta turkitrumlu. Innlegg, toybind v.m. uttan PUL kunnu tó turkast við lágum hita í turkitrumluni, men eg viðmæli so vítt gjørligt at heingja á snórin.

Eg viðmæli at leggja nýggjar blæur og innlegg úr natúrtilfari á blot í køldum vatni í 12-24 tímar, og síðani skulu tær vaskast nakrar ferð. Hetta er fyri at økja súgvievnið. Blæur úr bambus skulu vaskast 6-8 ferðir, áðrenn tær súgva fullkomiliga. Skeljar skulu tó bert vaskast eina ferð áðrenn nýtslu.

Stripping av blæum

Viðhvørt kann tað koma fyri, at toyblæurnar lukta sterkt av ammoniak. Hetta merkir, at ov nógv vaskievni er nýtt, og blæurnar tískil innihalda yvirskotssápu. Tað eru fleiri mátar at “strippa” blæurnar. Tann mildasti er at kókivaska tær nakrar ferðir uttan nakað vaskievni. Til ber eisini at nýta natron, vaskisoda ella natriumpercarbonat, sum neutraliserar sápuna. Hetta skal tó ikki gerast ov ofta, tí tað slítur blæurnar.

Soleiðis gert tú:

  1. Vaska blæurnar sum vant.
  2. Fyll eina stóra balju ella baðikar við heitum (ikki kókandi) vatni.
  3. Koyr hálvan til heilan kopp av natron/vaskisoda/natriumpercarbonat í heita vatni og rør, til tað er upployst.
  4. Koyr vaskievni í vatni. Fylg mongdarvegleiðingini á pakkanum. Hetta stigið kann loypast um.
  5. Koyr reinu blæurnar í vatni og syrg fyri, at allar eru undir vatni.
  6. Lat blæurnar liggja á bloti í minst 4-6 tímar ella enn betur: yvir nátt. Rør gjarna runt í vatninum leypandi.
  7. Tak blæurnar úr vatninum og skola tær væl í reinum vatni. Tendra møguliga eitt skoliprogramm á vaskimaskinuni nakrar ferðir.
  8. Vaska blæurnar í vaskimaskinuni og turka, sum vant.
  9. So eru blæurnar aftur klárar at brúka!

    Customer Reviews

    Based on 1 review
    100%
    (1)
    0%
    (0)
    0%
    (0)
    0%
    (0)
    0%
    (0)
    H
    Hildur Davidsen
    Fantastiskt!

    Vit umhugsaðu leingi at royna at skifta einnýtisblæuna um við toyblæu, men hildu at hetta føldist sum alt for nógv at seta seg inn í, við bara at lesa um. Eingin av okkara nærmastu hava royndir við toyblæum, og eingin var tí ið kundi vegleiða okkum. Tað føldist torført og avbjóðandi, ikki ordiliga nakað man hevur hug til beint aftaná man hevur átt.
    Men! So kom hendan geniala loysnin! Eftir at hava roynt henda royndarpakkan, var tað sum um alt kom uppá pláss. Saman við sera góðum lýsingum av hvørjari einstakari blæu á mammulig.fo, so føla vit okkum nógv tryggari í at fara undir útskiftingini av einnýtisblæuni.
    Við hesari loysnini sleppa vit undan at keypa alt for nógv sløg av blæum áðrenn vit fáa ein hóming av, hvat okkum dámar best. Eisini kann man føla seg tryggan í, at Una er sera hjálpssom og sera dugnalig at vegleiða.

    Hetta er, eftir okkara tykki, eitt fantastiskt hugskot til øll ið vilja vitað meir og royna blæurnar, men ikki vilja leypa beint í og keypa okkurt ið kanska ikki passar tørvin hjá teimum.
    Simpulthen fantastiskt!