Stóri toybindpakkin

Stóri toybindpakkin

Vanligur prísur 1.243,00 kr Útsøluprísur 1.118,00 kr Spar 10%
/
Íroknað MVG Veitingarprísur verður roknaður við kassan

Bert 16 eftir á goymslu!
Velur tú toybind gagnar hetta tínum búskapi, vælveru og umhvørvinum. Les meira um fyrimunir við at nýta toybind her.
Hetta er í pakkanum:
  • 6 ImseVimse trussuinnlegg (2x 3 stk)
  • 9 ImseVimse dagbind (3x 3 stk)
  • 6 ImseVimse náttbind (2x 3 stk)
  • 1 valfríur Elskbar vátposi (dupultur ella miðal)

Tú velur sjálv hvørjar litir og mynstur, tú ynskir. Skriva ynskir í viðmerkingarteigin. Skrivar tú einki, verða tilvildarlig mynstue vald.

Fyrivarni verður tikið fyri útseldum vørum.

Sí vaskivegleiðing her.

At vaska bind og innlegg er ikki nógv øðrvísi enn at vaska undirklæði og sokkar.

Koyr brúkt bind í ein vátposa. Tú kanst hava ein nærhendis kummuni á vesinum og ein í taskuni/lummanum. So kanst tú vaska øll saman, tá tú ert liðug at menstruera ella eftir tørvi.

Lat vátposan upp og koyr í maskinuna. Hevur tú eitt blæubarn kanst tú við fyrimuni vaska bindini saman við toyblæum. Annars kunnu tey vaskast saman við øðrum, sum tú vaskar á 60*c.

Eg viðmæli at brúka neutralt vaskievni. Fylg vegleiðingini á pakkanum, hvussu nógv skal nýtast - ansa eftir ikki at nýta ov nógv. Ofta er ríkiligt at nýta helvtina av tí, sum verður viðmælt á pakkanum. Nýt ikki bleiki- ella skolievni.

Hang bindini á snórin - gjarna úti, so tey verða luftað væl. Sólin hjálpir eisini at fjerna møguligar plettir. Turkitrumlan kann oyðileggja vatntætta lagið, so eg viðmæli ikki at nýta turkitrumlu. Innlegg, toybind v.m. uttan PUL kunnu tó turkast við lágum hita í turkitrumluni, men eg viðmæli so vítt gjørligt at heingja á snórin. 

Eg viðmæli at leggja nýggj bind og innlegg úr natúrtilfari á blot í køldum vatni í 12-24 tímar, og síðani skulu tey vaskast nakrar ferð. Hetta er fyri at økja súgvievnið. Bind úr bambus skulu vaskast 6-8 ferðir, áðrenn tey súgva fullkomiliga.