Organic All In One - OneSize
Organic All In One - OneSize
Organic All In One - OneSize
Organic All In One - OneSize
Organic All In One - OneSize
Organic All In One - OneSize
Organic All In One - OneSize
Organic All In One - OneSize
Organic All In One - OneSize

Organic All In One - OneSize

Vanligur prísur 255,00 kr Útsøluprísur 178,00 kr Spar 30%
/
Íroknað MVG Veitingarprísur verður roknaður við kassan

Bert 4 eftir á goymslu!

Grovia Organic All In One er ein sera góð og einføld toyblæa úr vistfrøðiligari bummull. Blæan verður latin aftur í síðuni, sum ger at hon fyllir lítið um búkin og um rumpuna. Eisini fyllur hon sera lítið millum beinini.

Bygnaður

Hetta er ein OneSize blæa, sum hóskar til børn, sum viga umleið 4,5-16 kg.

Innan er blæan klødd við tveimum løgum av sera mjúkari bummull. Eitt innlegg er seymað fast aftan í blæuni. Framman á innlegginum er ein trýstknappur, har enn eitt innlegg kann knappast í eftir tørvi. Hvørt innlegg er úr tveimum løgum av vistfrøðiligari bummull.

Blæan verður latin aftur við tveimum røðum av trýstknappum í síðunum, sum ger at hon fyllir lítið um búkin og um rumpuna. Síðuflapparnir eru sera elastiskir, sum ger, at blæan hóskar til nógvar ymsar kropstýpur og riggar væl til børn við tjúkkum og klønum lørum.

Blæan hevur lastikk um beinopini og í rygginum, fyri at sita væl og halda øllum inni.

Framman eru tvær røðir av trýstknappum, sum eru til at stilla støddina á blæuni.

Tilfar

Skel: 100% Vatntætt Polyester við TPU, sum er fóðra við 2 løgum av Vistfrøðiligari Bummull

Innan: 4 løg av Vistfrøðiligari Bummull

Koyr skitnar blæur í vátposa. Hav ein stóran vátposa við pusliborðið (eitt nú í einari ruskspann ella hangandi á einum króki) og ein lítlan vátposa í puslitaskuni. Tá blæurnar skulu vaskast, skalt tú bara lata posan upp og koyra hann í maskinuna. Vend møguliga posan á ranguna við at trýsta uppundir botnin, so innihaldið dettur í maskinuna. Tær nýtist altso ikki at nerta við skitnu blæurnar.

Blæurnar mugu ikki liggja ov leingi í posanum, áðrenn tær vera vaskaðar - í mesta lagi 2-3 dagar. Annars kunnu plettar festa seg, og vatntætta lagið oyðileggjast.

Vaska við upp til 60*c. Eg viðmæli at brúka neutralt vaskievni. Fylg vegleiðingini á pakkanum, hvussu nógv skal nýtast - ansa eftir ikki at nýta ov nógv. Ofta er ríkiligt at nýta helvtina av tí, sum verður viðmælt á pakkanum. Nýt ikki bleiki- ella skolievni.

Hang blæurnar á snórin - gjarna úti, so tær verða luftaðar væl. Sólin hjálpir eisini at beina fyri møguligum plettum. Turkitrumlan kann oyðileggja vatntætta lagið, so eg viðmæli ikki at nýta turkitrumlu. Innlegg, toybind v.m. uttan PUL kunnu tó turkast við lágum hita í turkitrumluni, men eg viðmæli so vítt gjørligt at heingja á snórin.

Eg viðmæli at leggja nýggjar blæur og innlegg úr natúrtilfari á blot í køldum vatni í 12-24 tímar, og síðani skulu tær vaskast nakrar ferð. Hetta er fyri at økja súgvievnið. Blæur úr bambus skulu vaskast 6-8 ferðir, áðrenn tær súgva fullkomiliga. Skeljar skulu tó bert vaskast eina ferð áðrenn nýtslu.

Stripping av blæum

Viðhvørt kann tað koma fyri, at toyblæurnar lukta sterkt av ammoniak. Hetta merkir, at ov nógv vaskievni er nýtt, og blæurnar tískil innihalda yvirskotssápu. Tað eru fleiri mátar at “strippa” blæurnar. Tann mildasti er at kókivaska tær nakrar ferðir uttan nakað vaskievni. Til ber eisini at nýta edik ella natron, sum neutraliserar sápuna. Hetta skal tó ikki gerast ov ofta, tí tað slítur blæurnar.