11 vørur
Tvísíðað rakibløð - 5 stk
Shark Super Stainless. Disse blade i rustfrit stål giver et glat og sikkert barberblad. En favorit blandt mange på grund af kvaliteten i barberingen samt retro-designet.
(5 blade) 1 pk. á 5 stk. | Emballage: Papæske
- Godt for dem, der blot ønsker en sikker barbering med barberblad.
- Passer til alle standard dobbeltsidet safety razors
Hvor Længe Holder Den: Dette afhænger af tætheden og hårets grovhed, men det gennemsnitlige blad bør give dig omkring 3-4 gode barberinger. Nogle af de skarpere og mere holdbare barberblade kan uden problemer give op til 7 barberinger.
Hvordan kan jeg vide, om det er tid til at skifte mit barberblad: Hvis du begynder at føle, at bladet trækker håret i stedet for at skære, er det tid til at udskifte bladet.
Vedligeholdelse: Skyl bladet med varmt vand efter barberingen og lad det lufttørre imellem brug. Du kan også lade barberbladet sidde i barberskraberen med toppen åben for at tørre.
Sápurist - Bambus
Praktisk sápurist úr bambus.
Lat sápubarrirnar standa á sápuristini, so tær sleppa at torna millum nýtslu. Á henda hátt halda sápurnar longri.
Kann bæði nýtast til sjampo, kropssápu, andlitsreins, húsarhaldssápu ella aðra fasta sápu.
Tilfar
Bambus
Vælverupakkin
Vistfrøðilig, fair trade og vegansk hár- og kropsrøkt frá Isangs. Handgjørt í Keypmannahavn. Einki gimmick. Einki óneyðugt, "trendy" tilfar. Einans simplar, góðar og vistfrøðiligar vørur til góðar prísir. Hetta er í pakkanum:
- Andlitsreins (balanserandi, detox, milt ella mýkjandi)
- Andlitskrem ELLA -olja (vel anga)
- Deodorantur (við ella uttan natron - vel anga)
- Kropssápa (kaffi- ella ælabogasápa)
- Musselin ella frotté lappi
- Sjampobarr (balanserandi, detox ella mild)
Trýst á leinkjurnar omanfyri, fyri at lesa meira um hvørja einstøku vøru.
Skriva tíni ynski um angar í viðmerkingarteigin. Skrivar tú eingi ynski, verða tilvildarligir angar valdir
Fyrivarni verður tikið fyri útseldum vørum.
Hetta er ein lýsing av signatur angunum hjá Isangs. Angablandini eru úr 100% vistfrøðiligum estiriskum oljum. Estiriskar oljur eru konsentreraðir plantuúrdráttir. Angar teirra innihalda ongantíð kunstig angaevni.
YLANG YLANG
Delikatur, eksotiskur, blómukendur, søtur og rúsandi angi.
Tilfar: Esterisk YlangYlangolja*^ / Esterisk appelsinolja* / Esterisk geraniumolja*^
* Góðkent vistfrøði | ^ Góðkent Fair trade / Samstarvshandil
SEIDRISVIÐUR
Fyldigur angi av furutræ, sum er lætt kryddaður og við einum hinti av frískum sitrus.
Tilfar: Esterisk seidrisviðolja* / Esterisk einabertræolja* / Esterisk nellikeolja*^ / Esterisk petitgrainolja*^
* Góðkent vistfrøði | ^ Góðkent Fair trade / Samstarvshandil
PATCHOULI
Intensur, heitur, moskuskendur angi við søtum undirtónum av vanilju.
Tilfar: Esterisk Patchouliolja*^ / Esterisk appelsinolja* / Vaniljuúrdráttur*^
* Góðkent vistfrøði | ^ Góðkent Fair trade / Samstarvshandil
EVKALYPTUS
Frískur, reinur og hvassur kamferkendur angi við kryddaðum undirtónum.
Tilfar: Esterisk Evkalyptusolja* / Esterisk tetræolja* / Esterisk piparmyntuolja* / Esterisk nellikuolja*^
* Góðkent vistfrøði | ^ Góðkent Fair trade / Samstarvshandil
Rakisápa
Ein fuktgevandi og antiseptisk sápa til siðbundna raking, sum hjálpir rakaranum at glíða lættari eftir húðini og mýkir húðina. Sápan skúmar væl og leingi.
- Tilsett eyka vegetabilska glycerin fyri at halda húðina fuktaða eftir raking
- Ætlað siðbundnari raking við rakikusti
- Viðmælt til allar húðtýpir
66% Góðkent vistfrøðiligt tilfar
34% Vilt heystað tilfar
47% Fair trade tilfar
Tilfarið erlútviðgjørt
Nýtsla
Væta rakikustin við heitum vatni. Stoyt eitt sindur av heitum vatni á rakisápuna. Gnýggja rakikustin á sápuna, til tú hevur nóg mikið av sápu á kustinum.
Mongd
70g - Uml. 10 mánaðir við regluligari raking
Tilfar
Ricinusolie* (Ricinus communis seed oil), Palmeolie**^ (Elaeis guineensis oil), Illipesmør** (Shorea stenoptera seed butter), Vegetabilsk glycerin* (Glycerin), Kokumsmør** (Garcinia indica seed butter), Kakaosmør*^ (Theobroma cacao seed butter), Olivenolie*^ (Olea europaea fruit oil), Sheasmør*^ (Butyrospermum parkii), Kokosolie*^ (Cocos nucifera oil), Destilleret vand (Aqua), Lud† (Sodium hydroxide), Rasul Ler** (Moroccan lava clay), Rørsukker*^ (Sucrose)
*Góðkent vistfrøði
^Góðkent Fair trade/ Samstarvshandil
†Øll natúrlig sápa er evna til við lút. Einki lút er eftir í endaligu vøruni.
Pakkitilfar
100% Endurnýtslupappír
Gávukort
Gev eina Mammuliga, grøna gávu! Og um tú ikki veitst júst hvat tú skalt geva, so er eitt gávukort ein góð loysn. Gávukortið verður sent talgilt umvegis teldupost alt fyri eitt, og móttakarin sleppur at velja frítt millum alt okkara vøruúrval.
Ítøkilig gávukort kunnu keypast við at senda mær eini boð. So pakki eg tað pent inn og sendi tað við postinum ella geri klárt til avheintingar.
Finnur tú ikki upphæddina, tú ynskir? Skriva endiliga til mammulig@gmail.com, so gera vit hetta fyri teg.
Andlitspakkin
Vistfrøðilig, fair trade og vegansk andlitsrøkt frá Isangs. Handgjørt í Keypmannahavn. Einki gimmick. Einki óneyðugt, "trendy" tilfar. Einans simplar, góðar og vistfrøðiligar vørur til góðar prísir. Hetta er í pakkanum:
- Andlitsmaska (antioxidant, detox ella mýkjandi)
- Andlitsreins (balanserandi, detox, milt ella mýkjandi)
- Andlitskrem ELLA -olja (vel anga)
- Húðtonik (antioxidant, detox ella fuktgevandi)
- Rondellur
Trýst á leinkjurnar omanfyri, fyri at lesa meira um hvørja einstøku vøru.
Skriva tíni ynskir um valmøguleikar í viðmerkingarteigin. Skrivar tú eingi ynski, verða tilvildarligar vørur valdar
Fyrivarni verður tikið fyri útseldum vørum.
Hetta er ein lýsing av signatur angunum hjá Isangs. Angablandini eru úr 100% vistfrøðiligum estiriskum oljum. Estiriskar oljur eru konsentreraðir plantuúrdráttir. Angar teirra innihalda ongantíð kunstig angaevni.
YLANG YLANG
Delikatur, eksotiskur, blómukendur, søtur og rúsandi angi.
Tilfar: Esterisk YlangYlangolja*^ / Esterisk appelsinolja* / Esterisk geraniumolja*^
* Góðkent vistfrøði | ^ Góðkent Fair trade / Samstarvshandil
SEIDRISVIÐUR
Fyldigur angi av furutræ, sum er lætt kryddaður og við einum hinti av frískum sitrus.
Tilfar: Esterisk seidrisviðolja* / Esterisk einabertræolja* / Esterisk nellikeolja*^ / Esterisk petitgrainolja*^
* Góðkent vistfrøði | ^ Góðkent Fair trade / Samstarvshandil
PATCHOULI
Intensur, heitur, moskuskendur angi við søtum undirtónum av vanilju.
Tilfar: Esterisk Patchouliolja*^ / Esterisk appelsinolja* / Vaniljuúrdráttur*^
* Góðkent vistfrøði | ^ Góðkent Fair trade / Samstarvshandil
EVKALYPTUS
Frískur, reinur og hvassur kamferkendur angi við kryddaðum undirtónum.
Tilfar: Esterisk Evkalyptusolja* / Esterisk tetræolja* / Esterisk piparmyntuolja* / Esterisk nellikuolja*^
* Góðkent vistfrøði | ^ Góðkent Fair trade / Samstarvshandil
Haldari til rakara og kust
Klassiskur og stílfullur haldari til rakara og rakikust. Ger so rakikusturin fær hingið við hárunum niðureftir, so vatnið fær runnið frá og hann kann lufttorna. Hetta leingir um livitíðina á rakikustinum.
Nýtsla
Set rakikustin í størra haldið og lat hann hanga við hárunum niðureftir. Set rakaran í minna haldið, og lat hann hanga við høvdinum niðureftir.
Mål
Ummál: 65 mm
Hædd 75 mm
Goymsla og viðlíkahald
Goym turt. Reingerð við einum fuktigum lappa ella skola við vatni og turka við turrum lappa.
Veganskur rakikustur
Við hesum rakikusri er skjótt og lætt at píska eitt tjúkt rakiskúm. Hetta er eitt dygdar handverk, sniðgivið við skafti úr vøkrum, burðardyggum blommutræi og veganskari bust.
- Mentur og hondgjørdur av týskum serfrøðingum
- Mjúk, syntetisk bust
- Sera haldbarur
- Tornar skjótt
Nýtsla
Halt rakikustinum undir heitum vatni í uml 30 sekund. Rist varisliga avlopsvatnið frá. Stoyt eitt sindur av vatni á rakisápuna. Gnýggja rakikustin runt á sápuni til tú hevur ríkiligt av sápu á kustinum. Koyr nakrir dropar av vatni í eina skál og píska rakikustin runt í skálini við skjótum, rundum og pumpandi rørslum. Tá tú hevur fingið eitt lekkurt, kremut skúm, smyrt tú tað á húðina, har tú ynskir at raka, í einum jøvnum lagi við kustinum.
Hvussu leingi heldur hann?
Kann halda í mong ár við góðum viðlíkahaldi.
Goymsla og viðlíkahald
Skola bustina varisliga, men gjølla, í heitum vatni eftir raking. Rist varisliga avlopsvatni frá. Stilla bustina í eitt stativ, so hárini peika niðureftir. Alternativt ber til at stilla bustina uppeftir at torna. Legg ikki bustina vatnrætta, á síðuni, av tí at hetta kann gera, so øll hárini ikki torna.
Runt goymsluílat
Eitt runt goymsluílat við skrúvuloki, sum er lætt at lata upp. Perfekt at goyma eitt nú rakisápu ella brúkt rakibløð í.
Stødd
Ø75 mm
Tilfar
Mataldós úr 40% - 60% endurnýtslutilfari. Dósin kann endurnýtast.