Rakari - Tvísíðaður
Rakari - Tvísíðaður

Rakari - Tvísíðaður

Vanligur prísur 449,00 kr Spar Liquid error (snippets/product-template line 138): Computation results in '-Infinity'%
/
Íroknað MVG Veitingarprísur verður roknaður við kassan

Klassiskur og burðardyggur rakari - uttan plast. Rakari í bestu góðsku í krom og stáli, sum tryggjar eina fullkomna raking í nógv, nógv ár. Tíðarleyst snið við fokus á komfort og funktionalitet. Hetta modellið hevur ein "lukkaðan kamb", sum gevur eina trygga raking og bestu verju móti skeinum.

Ein rakari fyri lívið, betri raking, minni burturkast og nógvir pengar at spara framyvir.

  • Ein rakari fyri lívið
  • Tøtt raking
  • Til bæði menn og kvinnur

OBS: Bløð fylgja ikki við. Keyp bløð her

    Nýtsla

    Halt rakaran við tumlinum og peikifingrinum á minna pettinum av høvdinum og skrúva handtakið av móti urinum við hinari hondini. Tak niðara pettið av høvdinum av og legg blaðið á tær tríggju stiftirnar. Koyr niðara pettið á aftur og skrúva handtakið á aftur og stramma.

    Raking

    Halt rakaranum móti húðini í umleið 30º vinkul. Raka við hárunum uttan at trýsta ov hart - lat heldur blaðið gera arbeiði. Skift millum báðar síðurnar á blaðnum og skola ofta við heitum vatni, meðan tú rakar tær.

    Hvussu leingi heldur hann?

    Rakarin kann halda restina av lívinum!

    Goymsla og viðlíkahald

    Skola við vani eftir nýtslu og lat rakaran lufttorna. Tak rakaran sundur og vaska allar tríggjar deilir í heitum vatni við einari bleytari tannbust 2. hvønn mánaða.

    Customer Reviews

    Based on 2 reviews
    100%
    (2)
    0%
    (0)
    0%
    (0)
    0%
    (0)
    0%
    (0)
    J
    Jóhanna
    Viðmæli hetta yvir plastikk rakibløð

    Tá man hevur funnið útav at brúka tað, so er tað super lætt, er deiliga hvast, rakar tætt innat og tað irriterar ikki húðina.

    B
    Bobbibobb
    Gott og nemt, tá man er komin á lagið

    Eg dugdi illa at brúka hetta í byrjanini, men tá eg so hevði funnið útav at skifta tað fyrsta blaðið, var rakiblaðið nóg hvast og var skjótt at brúka.
    Eg goymi tað væl fyri børnunum..

    Kanska tær eisini dámar hetta