Mild sjampobarr
Mild sjampobarr

Mild sjampobarr

Vanligur prísur 159,00 kr Spar -14%
/
Íroknað MVG Veitingarprísur verður roknaður við kassan

Bert 9 eftir á goymslu!

Milt reinsandi sjampobarr við sápunøtum, ið stimbrar hár og hárbotn og reinsar varisliga uttan at uppturka hárið.

  • Reinsar blítt hárið, uttan at beina fyri náttúrliga feittlagnum
  • Tjúkt og kremut skúm
  • Leggur eftir sær, sunt og reint hár
  • Viðmælt til vanligan ella følnan hárbotn

    99% Góðkent vistfrøðiligt tilfar
    83% Fair trade tilfar
    Tilfarið er lútviðgjørt

    Nýtsla

    Ger hárið og sjampobarrina váta. Drag varliga sjampo barrina ígjøgnum hárið, líka langt, sum hárið er. Massera hár og hárbotn til tað skúmar, lat tað treingja inn og skola eftir við ríkiligt av vatni, til øll sápan er farin úr.

    Mongd

    125g - Umleið 60 hárvask til miðallangt hár.

    Tilfar

    Olivinolja*^ , Kokusolja*^ , Ricinusolja* , Sólblómuolja*^ , Kakaosmør*^ , Destilliserað vatn , Lút† , Sápunøtur* , Kolloid havri (límkent evni)*

    *Góðkent vistfrøði
    ^Góðkent Fair trade/ Samstarvshandil

    †Øll natúrlig sápa er evna til við lút. Einki lút er eftir í endaligu vøruni.

    Pakkitilfar

    100% Endurnýtslupappír.

    Customer Reviews

    Based on 2 reviews
    100%
    (2)
    0%
    (0)
    0%
    (0)
    0%
    (0)
    0%
    (0)
    B
    Bobbibobb
    Sjálvt maðurin brúkar hetta!

    Eg elski produktir, sum eru umhvørvisvinarlig og tað skal ikki nógv til at yvirtala meg - men maðurin heldur nógv vera tvætl og tímir illa um tað er ov "roksugt", MEN hetta sjampoið dámar honum ordiliga væl! Nemt at brúka og skúmar væl, so deiligt :)

    L
    Laura
    Væl nøgd, hóast kræsni

    Eg eri so kræsin viðv. produktum, men havi í longri tíð ætlað bara at nýta vegansk, vistfrøðiligt og fair traide. Eg havi fyrr keypt frá Mammulig, og eg eri so glað og nøgd fyri tað sum eg havi keypt higartil, so tí var eg slett ikki í iva um at keypa her frá aftur. Shampoo barrin frá Isangs er ómetaliga lekkur, og riggar væl í mítt hár, tað skúmar væl og eg noyðist ikki nýta so nógv, sjálvt um, eg havi sera langt hár. Fari avgjørt at viðmæla hetta produktið!