Lippulappar - Svart (10 stk)

Lippulappar - Svart (10 stk)

Vanligur prísur 129,00 kr Útsøluprísur 90,30 kr Spar 30%
/
Íroknað MVG Veitingarprísur verður roknaður við kassan

Bert 4 eftir á goymslu!

Ein lippulappi er eitt lítið dropaformað innlegg, sum kann setast millum kynslippurnar, um tú bløðir nógv ella hevur inkontinens. innleggið kann nýtast saman við toybindi ella menstruatiónskoppi. Lippulappin verjir eisini móti skolum og hjálpir blóðinum at renna í toybindið.

10 labia pads og ein netposi eru í pakkanum.

Vegleiðing

Lippulappin verður bukkað á longu síðuni og lagt millum kynslippurnar.

Tilfar

100% Vistfrøðilig Bummull

Sí vaskivegleiðing her.

At vaska bind og innlegg er ikki nógv øðrvísi enn at vaska undirklæði og sokkar.

Koyr brúkt bind í ein vátposa. Tú kanst hava ein nærhendis kummuni á vesinum og ein í taskuni/lummanum. So kanst tú vaska øll saman, tá tú ert liðug at menstruera ella eftir tørvi.

Lat vátposan upp og koyr í maskinuna. Hevur tú eitt blæubarn kanst tú við fyrimuni vaska bindini saman við toyblæum. Annars kunnu tey vaskast saman við øðrum, sum tú vaskar á 60*c.

Eg viðmæli at brúka neutralt vaskievni. Fylg vegleiðingini á pakkanum, hvussu nógv skal nýtast - ansa eftir ikki at nýta ov nógv. Ofta er ríkiligt at nýta helvtina av tí, sum verður viðmælt á pakkanum. Nýt ikki bleiki- ella skolievni.

Hang bindini á snórin - gjarna úti, so tey verða luftað væl. Sólin hjálpir eisini at fjerna møguligar plettir. Turkitrumlan kann oyðileggja vatntætta lagið, so eg viðmæli ikki at nýta turkitrumlu. Innlegg, toybind v.m. uttan PUL kunnu tó turkast við lágum hita í turkitrumluni, men eg viðmæli so vítt gjørligt at heingja á snórin. 

Eg viðmæli at leggja nýggj bind og innlegg úr natúrtilfari á blot í køldum vatni í 12-24 tímar, og síðani skulu tey vaskast nakrar ferð. Hetta er fyri at økja súgvievnið. Bind úr bambus skulu vaskast 6-8 ferðir, áðrenn tey súgva fullkomiliga.