2 vørur
Boostari - Hampur
Vanligur prísur 59,00 kr Útsøluprísur 41,30 kr Spar 30%Um barnið pissar nógv ella um blæan skal halda longri, so er ein boosari góður at nýta.
Boostarin passar millum løgini í WeeCare Easy SIO-innleggum, men kann eisini nýtast til aðrar blæur.
Mát
27x10 cm
Tilfar
55% Hamp / 45% Vistfrøðilig Bummull
Sí vaskivegleiðing her.Easy SIO innlegg
Vanligur prísur 99,00 kr Útsøluprísur 39,60 kr Spar 60%Easy SIO innnlegg, sum passar perfekt í WeeCare Easy Shell. Hendan samansetingin gevur eina SIO-blæu, sum bæði kann nýtast sum AIO ella AI2.
Bygnaður
Forsíðan er úr mjúkum bambusvelour, sum vendur móti húðini. Síðani eru fýra løg av hamp og vistfrøðiligari bummull, meðan baksíðan er eitt vatntætt lag av PUL, sum verjir skelina móti leka.
Innleggið hevur lekaverju úr mikrofleece, sum eisini verjir skelina.
Innleggið knappast í Easy Shell við tveimum trýstknappum - einum framman og einum aftan.
Súgvievni
Blæan hevur fýra løg av hampi og bummull. Hamp sýgur øgiliga væl, so hetta er eitt innlegg við góðum eginleikum. Egnar seg væl til dagsnýtslu og møguliga við eyka boostarum til náttina.
Tilfar
Ovasta lagið: 55% Bambus / 25 % Vistfrøðilig bummull / 20 % Polyester
Fylla: 55% Hamp / 45 % Vistfrøðilig bummull
Baksíða: 75% Polyester / 25% PUL
Lekaverja: 100% Polyester
GG! Skel fylgir ikki við - finn skeljar her!
Sí vaskivegleiðing her.Koyr skitnar blæur í vátposa. Hav ein stóran vátposa við pusliborðið (eitt nú í einari ruskspann ella hangandi á einum króki) og ein lítlan vátposa í puslitaskuni. Tá blæurnar skulu vaskast, skalt tú bara lata posan upp og koyra hann í maskinuna. Vend møguliga posan á ranguna við at trýsta uppundir botnin, so innihaldið dettur í maskinuna. Tær nýtist altso ikki at nerta við skitnu blæurnar.
Blæurnar mugu ikki liggja ov leingi í posanum, áðrenn tær vera vaskaðar - í mesta lagi 2-3 dagar. Annars kunnu plettar festa seg, og vatntætta lagið oyðileggjast.
Vaska við upp til 60*c. Eg viðmæli at brúka neutralt vaskievni. Fylg vegleiðingini á pakkanum, hvussu nógv skal nýtast - ansa eftir ikki at nýta ov nógv. Ofta er ríkiligt at nýta helvtina av tí, sum verður viðmælt á pakkanum. Nýt ikki bleiki- ella skolievni.
Hang blæurnar á snórin - gjarna úti, so tær verða luftaðar væl. Sólin hjálpir eisini at beina fyri møguligum plettum. Turkitrumlan kann oyðileggja vatntætta lagið, so eg viðmæli ikki at nýta turkitrumlu. Innlegg, toybind v.m. uttan PUL kunnu tó turkast við lágum hita í turkitrumluni, men eg viðmæli so vítt gjørligt at heingja á snórin.
Eg viðmæli at leggja nýggjar blæur og innlegg úr natúrtilfari á blot í køldum vatni í 12-24 tímar, og síðani skulu tær vaskast nakrar ferð. Hetta er fyri at økja súgvievnið. Blæur úr bambus skulu vaskast 6-8 ferðir, áðrenn tær súgva fullkomiliga. Skeljar skulu tó bert vaskast eina ferð áðrenn nýtslu.
Stripping av blæum
Viðhvørt kann tað koma fyri, at toyblæurnar lukta sterkt av ammoniak. Hetta merkir, at ov nógv vaskievni er nýtt, og blæurnar tískil innihalda yvirskotssápu. Tað eru fleiri mátar at “strippa” blæurnar. Tann mildasti er at kókivaska tær nakrar ferðir uttan nakað vaskievni. Til ber eisini at nýta edik ella natron, sum neutraliserar sápuna. Hetta skal tó ikki gerast ov ofta, tí tað slítur blæurnar.