5 vørur
Boostarar - Bambus - Trý løg (5 stk)
Vanligur prísur 155,00 kr Spar Liquid error (snippets/product-template line 131): Computation results in '-Infinity'%Um barnið pissar nógv, ella um blæan skal halda longri, so er ein boostari góður at nýta. Falda innleggið og legg í blæuna.
Mjúku innleggini úr bambusfrotté verða seld í pakkum við 10 stk og fáast í tveimum støddum:
Tilfar
90% Bambus / 10% Polyester (trý løg)
Boostarar - Bambus - Tvey løg (10 stk)
Vanligur prísur 195,00 kr Spar Liquid error (snippets/product-template line 131): Computation results in '-Infinity'%Um barnið pissar nógv, ella um blæan skal halda longri, so er ein boostari góður at nýta. Falda innleggið og legg í blæuna.
Mjúku innleggini úr bambusfrotté verða seld í pakkum við 10 stk og fáast í tveimum støddum:
Tilfar
90% Bambus / 10% Polyester (tvey løg)
Easy SIO innlegg
Vanligur prísur 99,00 kr Útsøluprísur 39,60 kr Spar 60%Easy SIO innnlegg, sum passar perfekt í WeeCare Easy Shell. Hendan samansetingin gevur eina SIO-blæu, sum bæði kann nýtast sum AIO ella AI2.
Bygnaður
Forsíðan er úr mjúkum bambusvelour, sum vendur móti húðini. Síðani eru fýra løg av hamp og vistfrøðiligari bummull, meðan baksíðan er eitt vatntætt lag av PUL, sum verjir skelina móti leka.
Innleggið hevur lekaverju úr mikrofleece, sum eisini verjir skelina.
Innleggið knappast í Easy Shell við tveimum trýstknappum - einum framman og einum aftan.
Súgvievni
Blæan hevur fýra løg av hampi og bummull. Hamp sýgur øgiliga væl, so hetta er eitt innlegg við góðum eginleikum. Egnar seg væl til dagsnýtslu og møguliga við eyka boostarum til náttina.
Tilfar
Ovasta lagið: 55% Bambus / 25 % Vistfrøðilig bummull / 20 % Polyester
Fylla: 55% Hamp / 45 % Vistfrøðilig bummull
Baksíða: 75% Polyester / 25% PUL
Lekaverja: 100% Polyester
GG! Skel fylgir ikki við - finn skeljar her!
Sí vaskivegleiðing her.Koyr skitnar blæur í vátposa. Hav ein stóran vátposa við pusliborðið (eitt nú í einari ruskspann ella hangandi á einum króki) og ein lítlan vátposa í puslitaskuni. Tá blæurnar skulu vaskast, skalt tú bara lata posan upp og koyra hann í maskinuna. Vend møguliga posan á ranguna við at trýsta uppundir botnin, so innihaldið dettur í maskinuna. Tær nýtist altso ikki at nerta við skitnu blæurnar.
Blæurnar mugu ikki liggja ov leingi í posanum, áðrenn tær vera vaskaðar - í mesta lagi 2-3 dagar. Annars kunnu plettar festa seg, og vatntætta lagið oyðileggjast.
Vaska við upp til 60*c. Eg viðmæli at brúka neutralt vaskievni. Fylg vegleiðingini á pakkanum, hvussu nógv skal nýtast - ansa eftir ikki at nýta ov nógv. Ofta er ríkiligt at nýta helvtina av tí, sum verður viðmælt á pakkanum. Nýt ikki bleiki- ella skolievni.
Hang blæurnar á snórin - gjarna úti, so tær verða luftaðar væl. Sólin hjálpir eisini at beina fyri møguligum plettum. Turkitrumlan kann oyðileggja vatntætta lagið, so eg viðmæli ikki at nýta turkitrumlu. Innlegg, toybind v.m. uttan PUL kunnu tó turkast við lágum hita í turkitrumluni, men eg viðmæli so vítt gjørligt at heingja á snórin.
Eg viðmæli at leggja nýggjar blæur og innlegg úr natúrtilfari á blot í køldum vatni í 12-24 tímar, og síðani skulu tær vaskast nakrar ferð. Hetta er fyri at økja súgvievnið. Blæur úr bambus skulu vaskast 6-8 ferðir, áðrenn tær súgva fullkomiliga. Skeljar skulu tó bert vaskast eina ferð áðrenn nýtslu.
Stripping av blæum
Viðhvørt kann tað koma fyri, at toyblæurnar lukta sterkt av ammoniak. Hetta merkir, at ov nógv vaskievni er nýtt, og blæurnar tískil innihalda yvirskotssápu. Tað eru fleiri mátar at “strippa” blæurnar. Tann mildasti er at kókivaska tær nakrar ferðir uttan nakað vaskievni. Til ber eisini at nýta edik ella natron, sum neutraliserar sápuna. Hetta skal tó ikki gerast ov ofta, tí tað slítur blæurnar.
Prefold - Bambus
Vanligur prísur 129,00 kr Spar 0%Sera mjúk og væl súgvandi prefold við knappum.
Bygnaður
The inside of the prefold has got a polyester mesh in which there are sewn loops of bamboo. Therefore, there will be no polyester against the child’s skin, but the mesh on the inside provides stability, increases the resistance and you avoid that the prefold shrinks.
Prefoldin mátar 30x39 cm og er gjørd av 3x4x3 løgum av væl súgvandi bambusi. Faldar tú hana við linjunum fært tú 10 súgvandi løg. Faldar tú prefoldina hin vegin, fært tú 9 løg við rumpuna, 12 í miðjuni og 9 løg frammanfyri. Hesin seinni hætturin er sera væl egnaður til børn, sum pissa nógv, ella til náttina.
Prefoldin hevur tveir knappar, so tú lættliga fær knappað innleggið í Elskbar Cover All ella Snap-In.
Mát
30x39 cm
Tilfar
85% Bambus / 15% Polyester
Prefold - Natural Newborn - Bambus
Vanligur prísur 99,00 kr Spar 0%Kann nýtast við Snappi og skel útyvir, sum innlegg í einari skel (AI2), sum boostari í náttblæuni ella sum eyka innlegg til Natural Newborn toyblæuna frá Elskbar.
Bygnaður
Prefoldin mátar 25x27 cm og er gjørd av trimum løgum av sera mjúkum og væl súgvandi bambusfrotté. Legg prefoldina dupult og fá seks súgvandi løg - ella falda í trý og fá níggju súgvandi løg.
Nýtir tú nýføðingablæuna frá Elskbar, kann tað vera hent at hava eyka innlegg. Fyrimunurin við hesum erat hava fleiri innlegg í umferð. Skeljarnar torna ofta skjótari enn innleggini, og hevur tú fleiri innlegg enn skeljar, nýtist tú ikki at bíða eftir at innleggini torna. Hevur barnið bara pissað eitt sindur, tá blæan verður skift, og skelin tískil ikki er blivin vát, kanst tú eisini bert skifta innleggið og endurnýta skelina.
Hetta er sama innleggið, sum fylgir við, tá tú keypir Elskbar Natural Newborn. Einasti munur er, at hetta innleggið ikki hevur ein trýstknapp.
Mát
25x27 cm
Tilfar
85% Bambus / 15% Polyester