37 vørur
Lappar - Vistfrøðilig bummull - Dupultir (3 stk)
Hesir mjúki lapparnir frá ImseVimse eru úr 100% vistfrøðiligari bummull. Onnur síðan er úr bummullsjersey, sum er gott til sarta húð (t.d. rundan um eyguni), og hin síðan er úr bummullsfrotté, sum hevur eina eksfolierandi ávirkan og ger húðina mjúka og strálandi.
Lapparnir eru sera góðir at nýta at vaska andlitið, reinsa smyrsl ella at dampa húðina við at væta lappan við heitum vatni og leggja yvir andlitið.
Tríggir lappar eru í pakkanum.
Mát
22,5×22,5 cm
Tilfar
Forsíðan: 100% Vistfrøðilig bummullsjersey
Baksíðan: 100% Vistfrøðilig bummullsfrotté
Lappi - Frotté
Mjúkur frottélappi úr 100% vistfrøðiligari bummull. Óbleiktur og ólitaður. Vælegnaður til at vaska andlitið ella blæuskift.
Mát
30x30 cm
Tilfar
100% Vistfrøðilig bummull
Andlitspakkin
Vistfrøðilig, fair trade og vegansk andlitsrøkt frá Isangs. Handgjørt í Keypmannahavn. Einki gimmick. Einki óneyðugt, "trendy" tilfar. Einans simplar, góðar og vistfrøðiligar vørur til góðar prísir. Hetta er í pakkanum:
Trýst á leinkjurnar omanfyri, fyri at lesa meira um hvørja einstøku vøru.
Skriva tíni ynskir um valmøguleikar í viðmerkingarteigin. Skrivar tú eingi ynski, verða tilvildarligar vørur valdar
Fyrivarni verður tikið fyri útseldum vørum.
Hetta er ein lýsing av signatur angunum hjá Isangs. Angablandini eru úr 100% vistfrøðiligum estiriskum oljum. Estiriskar oljur eru konsentreraðir plantuúrdráttir. Angar teirra innihalda ongantíð kunstig angaevni.
Delikatur, eksotiskur, blómukendur, søtur og rúsandi angi.
Tilfar: Esterisk YlangYlangolja*^ / Esterisk appelsinolja* / Esterisk geraniumolja*^
* Góðkent vistfrøði | ^ Góðkent Fair trade / Samstarvshandil
Fyldigur angi av furutræ, sum er lætt kryddaður og við einum hinti av frískum sitrus.
Tilfar: Esterisk seidrisviðolja* / Esterisk einabertræolja* / Esterisk nellikeolja*^ / Esterisk petitgrainolja*^
* Góðkent vistfrøði | ^ Góðkent Fair trade / Samstarvshandil
Intensur, heitur, moskuskendur angi við søtum undirtónum av vanilju.
Tilfar: Esterisk Patchouliolja*^ / Esterisk appelsinolja* / Vaniljuúrdráttur*^
* Góðkent vistfrøði | ^ Góðkent Fair trade / Samstarvshandil
Frískur, reinur og hvassur kamferkendur angi við kryddaðum undirtónum.
Tilfar: Esterisk Evkalyptusolja* / Esterisk tetræolja* / Esterisk piparmyntuolja* / Esterisk nellikuolja*^
* Góðkent vistfrøði | ^ Góðkent Fair trade / Samstarvshandil
Sólkrem við Aloe Vera og Lavendel (SpF 30)
Sólkremið er gjørt úr vistfrøðiligari, kaltpressaðum aloe vera, lavendel, helichrysumolju og rosuberjafræolju og er tí sera gott at verja og bøta um húðina. Hetta sólkremið er serliga ætlað teimum, sum ynskja at verja húðina í sólini og samstundis røkta hana. Alt tilfarið er gott til húð, sum lætt verður irriterað og sum hevur tørv á ábót vegna ov nógva sól. Heta sólkremið sissar ikki bert irriteraða húð, tað yngir og mýkir eisini húðina (takka verið helichrysumolju og rosuberjafræolju). Áleið 30 SPF av UVA og UVB víðsýndari verju.
Hetta er gott til:
Sólkremið inniheldur oljur, sum eftirgera natúrligu, kemisku samansetingina í húð okkara, so tað druknar skjótt í húðina.
Soleiðis nýtir tú tað:
Tak eina mongd sum svarar til eina ertur á stødd og hita kremið millum hendurnar og smyr varliga á andlitið. Sólkrem eigur at vera smurt á hvørjar 60-80 minuttir, hvørja ferð tú ert úti í sólini. Hetta er eitt natúrligt sólkrem og eigur at vera nýtt innan 6 mánaðir eftir tað er upplatið. Viðmælt er at goyma kalt og myrkt. Sólkremið kann gerast eitt sindur flótandi, tá tað er í høgum hita, men stadnar aftur, tá tað kemur úr hitanum. Hetta ávirkar ikki styrkina.
Nøgd
3 oz / ~88 ml
Tilfar
Mango butter* / Sunflower wax / Apricot seed oil*** / Vitamin E (naturally derived), Jojoba oil** / Rosehip seed oil*** / Carrot seed oil** / Red raspberry seed oil*** / Lavender essential oil*** / Non-nano zinc oxide
* Vistfrøðiligt
** Kaltpressað
*** Vistfrøðiligt og kaltpressað
Hvør rávøra hevur eitt endamál - her er eitt sindur meira um tær:
Pakkaitilfar
Lívfrøðiliga niðurbrótilig, zero waste tupa, sum lættliga brýtur niður í kompostspannini. Prentað við plantugrundaðum blekki.
Serum pumpa til 50/100ml fløsku
Svørt serum pumpa, sum passar til 50ml og 100ml fløsku. Goym og endurnýt lokið á næstu fløskuni.
1 Stk. | Ø 18mm | Til 50ml / 100ml fløsku
Runt goymsluílat
Eitt runt goymsluílat við skrúvuloki, sum er lætt at lata upp. Perfekt at goyma eitt nú rakisápu ella brúkt rakibløð í.
Stødd
Ø75 mm
Tilfar
Mataldós úr 40% - 60% endurnýtslutilfari. Dósin kann endurnýtast.
Detox húðtonik
Opfriskende kamille og hvid pilebark skintonic, der dræber bakterier, reducere inflammation og hjælper med behandling af bumser. Ongar esteriskar oljur eru í húðtonikkinum - angin kemur úr ektaðum dampdistilleraðum blómuvatni. Nú við aluminiumsloki - spreylok fæst her.
99% Góðkent vistfrøðiligt tilfar
19% Fair trade tilfar
80% Tilfar framleitt í ES
Nýtsluvegleiðing
Halt fløskuni umleið 30 cm frá andlitinum og trýst 5-6 ferðir. Lat hetta upptakast í 1 minutt og nýt síðani andlitsoljuna frá Isangs. Goym turt og ikki í beinleiðis sólarljósi. Fyri eyka kveikjandi sprey kanst tú koyra fløskuna í køliskápið.
Mongd
100 ml - umleið 2 mánaðir við nýtslu tvær ferðir dagliga.
Tilfar
Kamille hydrosol* / Aloe vera juice*^ / Vegetabilsk glycerin* / Æblecidereddike* / Hvid pilebark*^ / Lægekulsukker*^ / Neem*^ / Mandarin ekstrakt* / Pomerans ekstrakt* / Appelsin ekstrakt* / Ascorbic acid / Citric acid / Lactic acid / Vegetabilsk glycerin* / Naturlig Phenethyl alcohol / Vand
*Góðkent vistfrøði
**Vilt heystað
^Góðkent Fair trade/ Samstarvshandil
Angi
Rósuvatn
Pakkitilfar
Glasfløska, 40% - 50% endurnýtt glas.
Pumpa til 200ml fløsku
Svørt umpa til krem, sum passar til 200ml fløsku. Goym og endurnýt lokið á næstu fløskuni.
1 Stk. | Ø 28mm | Til 200ml flaske
Lappar - Mussilin (5 stk)
Lapparnir eru góðir at nýta til blæuskift, men kunnu eisini nýtast til annað: Hendur og andlit eftir máltíðir, í baðnum, í staðin fyri vátserviettar ella til at snýsa sær.
Stødd
Umleið 20x20cm.