10 vørur
Dagbind (3 stk)
Bindið er av fýra løgum av súgvandi bummullsflonel og á baksíðuni er eitt lag av PUL fyri at fyribyrgja leka.
Bindið sýgur væl og er væl egnað til vanliga bløðing um dagin ella lætta bløðing um náttina.
Fest bindið við trýstknappi undir trussunum. Tveir stillingsmøguleikar eru.
Trý toybind eru í pakkanum.
Mát
25x8,5 cm
Tilfar
100% Vistfrøðilig Bummull
Baksíða: PUL
At vaska bind og innlegg er ikki nógv øðrvísi enn at vaska undirklæði og sokkar.
Koyr brúkt bind í ein vátposa. Tú kanst hava ein nærhendis kummuni á vesinum og ein í taskuni/lummanum. So kanst tú vaska øll saman, tá tú ert liðug at menstruera ella eftir tørvi.
Lat vátposan upp og koyr í maskinuna. Hevur tú eitt blæubarn kanst tú við fyrimuni vaska bindini saman við toyblæum. Annars kunnu tey vaskast saman við øðrum, sum tú vaskar á 60*c.
Eg viðmæli at brúka neutralt vaskievni. Fylg vegleiðingini á pakkanum, hvussu nógv skal nýtast - ansa eftir ikki at nýta ov nógv. Ofta er ríkiligt at nýta helvtina av tí, sum verður viðmælt á pakkanum. Nýt ikki bleiki- ella skolievni.
Hang bindini á snórin - gjarna úti, so tey verða luftað væl. Sólin hjálpir eisini at fjerna møguligar plettir. Turkitrumlan kann oyðileggja vatntætta lagið, so eg viðmæli ikki at nýta turkitrumlu. Innlegg, toybind v.m. uttan PUL kunnu tó turkast við lágum hita í turkitrumluni, men eg viðmæli so vítt gjørligt at heingja á snórin.
Eg viðmæli at leggja nýggj bind og innlegg úr natúrtilfari á blot í køldum vatni í 12-24 tímar, og síðani skulu tey vaskast nakrar ferð. Hetta er fyri at økja súgvievnið. Bind úr bambus skulu vaskast 6-8 ferðir, áðrenn tey súgva fullkomiliga.
Endurnýtiligar rondellur - Dupultar (10 stk)
Stórar og sera mjúkar rondellur, ið súgva nógva vætu til sín og kunnu vaskast og brúkast aftur og aftur. Hjálp umhvørvi okkara og skift til endurnýtiligar rondellur.
10 rondellur eru í pakkanum.
Nýtsla
Koyr eitt sindur av makeupreinsara á eina reina rondellu og turka síðani smyrsli av. Koyr í vaskiposan - vaska - og byrja umaftur. Kann brúkast aftur og aftur og aftur...
Stødd
90 mm
Tilfar
Forsíðan: 100% Vistfrøðilig Bummullsjersey
Baksíðan: 100% Vistfrøðilig Bummullsfrotté
Vaskivegleiðig
Vaska saman við til dømis handklæðum ella klæðum. Hang á snórin ella turka í turkitrumluni við lágum hita.
Evningarvoks - Classic - 4 litir
Eyka mjúkt og bleytt evningarvoks. Fýra íløt á 150g við seks ymsum litum eru í pakkanum. Evningarvoksið er so blett, at sjálvt tey heilt minstu kunnu spæla við tað. Ansa tó eftir, at tey ikki koyra tað í munnin.
Evningarvoksið er litað við matvørugóðkendum litevnum og er uttan kemisk ílatingarevni.
Væl egnað at evna lutir. Byrjar at torna eftir 1 døgn í luft og herðar eftir 2-3 dagar. Minkar umleið 10% eftir herðing og varðveitir litin. Balla voksið í ein vátan lappa fyri at fáa tað bleytt aftur. Goym evningarvoksið í íløtunum, sum fylgja við, fyri at fyribyrgja herðing.
Evningarvoksið er vantupploysiligt og kann vaskast.
Stødd
27,60 × 6,80 × 6,80 xm
Tilfar
Hvietimjøl AS / Salt / Alum / Urea / Kalium sorbat / Matvørugóðkend litevni / Matvøru ílatingarevni / Denatonium benzoate.
Fingramáling - Grundlitir - 4 litir
Pakki við fýra stórum íløtum á 150g við litunum: reytt, blátt, grønt og gult.
Litirnir kunnu blandast saman og tynnast og nýtast á pappír, glas og træ. Mála við fingrunum ella pensil.
Málingin kann lættliga vaskast av hondunum og klæðunum. Málingin kann eisini bustast av klæðunum, tá hon er tornað.
Fingramálingin er uttan parabenir og animaliir.
Stødd
15,50 × 14,50 × 7,50 cm
Tilfar
Matvørugóðkent tilfar og ílatingarevni: Matlitir, litevni og reinsað kálk. Tilfarið lúkar treytirnar fyri loyvdum mongdum til matvørur. Málingin er laktosufrí, men tó ikki glutenfrí. Ílatingarevni: Phenoxyethanol / Denatonium benzoate
Mild hand- og kropssápa - Pride
Ein serlig sápa í øllum ælabogans litum, litað við mineralliting. Sápan er grundað á olivinolju og inniheldur eisini kokusolju, sheasmør og kakaosmør og reinsar og mýkir húðina væl.
Nýtsla
Koyr á váta húð og massera til tað skúmar. Skola væl.
Tilfar
Natúrlig krit - 7 litir
Kritini eru gjørd úr einari blanding av natúrligum kriti, gips, kálksteini og natúrlig litevni uttan skaðilig evni.
Kritini støva sera lítið og liggja gott í hondini. Kritini eru uttan animaliir og eru glutenfrí.
Tekna við teimum á vegin, terassuna, steinar, v.m.
Stødd
14,50 × 2,30 × 10,70 cm
Tilfar
Kritini eru gjørd úr einari blanding av natúrligum kriti, gips, kálksteini og natúrlig litevni uttan skaðilig evni.
Natúrlig krit - Ecofee gull glitur - 7 litir
Kritini støva sera lítið og liggja gott í hondini. Kritini eru uttan animaliir og eru glutenfrí.
Tekna við teimum á vegin, terassuna, steinar, v.m.
Stødd
14,50 × 2,30 × 10,70 cm
Tilfar
Kritini eru gjørd úr einari blanding av natúrligum kriti, gips, kálksteini og natúrlig litevni uttan skaðilig evni. Polyester glitur,
sum livir upp til krøvini til glitur til vakurleikarøkt í ST.
Tussjir - 4 mm - 10 litir
Sera góðar tusjir við einum tjúkkum, rundum oddi á 4 mm.
10 tusjir eru í pakkanum. Tær eru vatnbaseraðar og lætt er at vaska litin av hondum, flatum og flestu pløggum við 40º.
Hettan er gjørd við trygdar luftholum og oddurin er av mjúkum filti, so skuldi óhappið hent, er tað ikki so galið.
Tusjirnar eru viðmældar til børn sum eru 3 ár og eldri.
Tusjirnar eru luktleysar, uttan formaldehyd og onnur skaðilig evni.
Stødd
13,00 × 1,40 × 15,60 cm
Tilfar
The stains are an aqueous emulsion with safe color pigments. Pens comply with the requirements of Euro Norm EN 71/1-2-3-9 and the American Norm ASTM D4236 for safety of toys.
Tussjir til smábørn - 5 mm - 10 litir
Sera góðar, flatar tussjir, sum eru serliga góðar hjá smábørnum.
10 tussjir eru í pakkanum. Tær eru vatnbaseraðar og lætt er at vaska litin av hondum, flatum og flestu pløggum við 40º.
Hettan er gjørd við trygdar luftholum og oddurin er av mjúkum filti, so skuldi óhappið hent, er tað ikki so galið.
Tussjirnar eru viðmældar til børn sum eru 2 ár og eldri við umsjón frá vaksnum.
Tussjirnar eru luktleysar, uttan formaldehyd og onnur skaðilig evni.
Stødd
13,00 × 1,20 × 15,60 cm
Tilfar
The stains are an aqueous emulsion with safe color pigments. Pens comply with the requirements of Euro Norm EN 71/1-2-3-9 and the American Norm ASTM D4236 for safety of toys.
Vatnmáling - 12 litir
12 vatnlitir, sum eru gjørdir úr plantubaseraðum tilfari við sterkum plantuúrdrátti og matvørugóðkendum litevni. Væta pensilin og mála við góðari samvitsku!
Hendan vatnmálingin krevur minni vatn, enn onnur vatnmáling, og tí verður pappírið ikki líka vátt og er lættari at mála á.
Vatnmálingin er 100% uttan skaðilig evni. Børn undir 3 ár eiga tó at vera undir umsjón, tá tey mála.
Lat ikki vatnmálingina liggja í beinleiðis sólarljósið og ansa eftir, um máling kemur á klæðini. Vatnmálingin er løtt at fáa av húðini við vatni og møguliga sápu, og tað mesta fer eisini úr klæðunum í vaskimaskinuni.
Stødd
23,30 × 1,80 × 9,50 cm
Tilfar
Calcium carbonat / Plantustívilsi / Titanium dioxide / Kalium sorbat / Glycerol / Litevni frá m.ø. paprika, ber, sinoppi, karamel og reyðrót.